Starvsfólk til Barnaansingina í Vágs kommunu

Søkt verður eftir tveimum námsfrøðingum til ungdómshúsið/frítíðarskúlan at starvast í skiftandi vaktum.

Tørvur er á ein námsfrøðing 25 tímar um vikuna, tíðaravmarkað fram til 16. desember 2016.
Og ein námsfrøðing 25 tímar um vikuna í fast starv.

Harumframt er eitt starv sum køksfólk í Eikilund 20 tímar um vikuna leyst at søkja.
Søkt verður somuleiðis eftir føstum avloysara til Dagstovnin Eikilund, at traðka til tá tørvur er á tí.

Vit vænta at umsøkjarin kanst arbeiða sjálvstøðugt, er ja-lig/ur, dugir at samstarva, tekur ábyrgd og dugir at seta sær mál.
Vit bjóða eitt spennandi starv, ið eru í støðugari menning, har starvsfólkið kanst verða við at mynda og seta sín dám á stovnin.

Setanarviðurskifti
Størvini verður sett skjótast tilber.

Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

Um eingin námsfrøðingur søkir verður hjálparfólk sett fyribils.

Skrivlig umsókn skal verða Vágs kommunu í hendi í seinasta lagi mánadagin 12. september 2016 kl. 12.00

 

Vágs kommuna
Vágsvegur 30
FO-900 Vágur
ella á vagur@vagur.fo

Meira fast at vita um størvini við at venda sær til Annu Mariu E. Jacobsen, leiðara, telefon 239343 ella eikilund@vagur.fo

Viðmerkingar

comments

No Comments Yet.

Leave a comment